
.png)
HVT - Sosialir miðlar og Brandingfilmur
Fyri HVT hava vit skapt eina sterka og visuelt fangandi nærveru á sosialum miðlum. Vit taka okkum av myndatøku, videoframleiðslu, tekstaskriving og útgávu, og tryggja, at alt samskifti speglar teirra dygd og virði. Vit hava eisini sniðgivið grafiskar loysnir og skipað fyri kampagnum, sum skapa áhuga og styrkja sambandi við kundarnar. Við okkara hjálp kann HVT fokusera á sín kjarnavirksemi, meðan vit syrgja fyri eini professionellari og ávirkandi online nærveru.
Jysk - Sosialir miðlar og Emailmarketing
Vit umsita teirra sosialu miðlar við dagligum postum, spennandi stories og framúrskarandi reels. Vit taka okkum eisini av emailmarketing, myndatøku, grafiskum loysnum, umsetingum og skipa fyri bæði tilboðskampagnum og jólakampagnum. Við eini heildarloysn syrgja vit fyri, at JYSK hevur eina sterka og viðkomandi marknaðarførslu, ið fangar eygað og styrkir teirra brand í Føroyum.


Solar - Sosialir miðlar
Í samstarvi við Solar hava vit í 3 ár umsitið teirra sosialu miðlar. Vit taka okkum av øllum – frá myndatøku og videoframleiðslu til tekstaskriving og útgávu. Hetta ger, at starvsfólkini hjá Solar kunnu fokusera á tað, tey eru best til, meðan vit tryggja, at teirra sosialu miðlar altíð eru professionellir, livandi og viðkomandi. Úrslitið er ein sterk og samanhangandi online nærvera, sum styrkir brandið og skapar virði fyri kundarnar.
Oilwind - Google ads, SEO og Sosialir miðlar
Fyri Oilwind umsita vit teirra sosialu miðlar og framleiða dygdargott tilfar, sum fevnir um bæði myndir, video og reels. Vit arbeiða somuleiðis við Google Ads og SEO fyri at tryggja, at teirra vørur og loysnir verða sæddar av rætta málbólkinum. Við eini strategiskari og visuelt sterkari tilgongd skapa vit eina online nærveru, ið styrkir brandið og økir um teirra umsetning.
