Vilt tú síggjast
betri á netinum?
Vit taka okkum av talgildari marknaðarførslu og
samskifti hjá fleiri fyritøkum á føroyska
marknaðinum.
UM OKKUM
Fyrst og fremst eru vit serfrøðingar í talgildari marknaðarførslu.
Harumframt eru vit ein marknaðarførslu- og samskiftisfyritøka í breiðastu merking. Okkara virksemi fevnir um alt frá uppsetan og optimering av sosialum miðlum og google ads. lýsingum, til umseting av tekstum og grafiskt arbeiði. Vit taka okkum av marknaðarførslu og samskifti hjá fleiri fyritøkum á føroyska marknaðinum. Vit ráðgeva eisini fyritøkum sum eru, ella ætla sær, á altjóða marknaðin við teirra vørum og tænastum.
SAMSTØRV
TEIMA TOYMIÐ
Hevur drúgvar royndir við talgildari marknaðarførslu, grafiskum arbeiði, google ads lýsingum og umseting av tekstum.
Serfrøðingur í talgildari marknaðarførslu, við drúgvum, altjóða royndum. Nørdast við paid social, organiskt reach, e-mail marketing og mangt annað.
Hevur dúgvar royndir við sølu, og er altíð klárur við einari góðari søgu og einum skálkasmíli. Tá ið Ári ikki arbeiðir hjá Teima, gongur hann á 2. ári á Glasi.
Lesur marknaðarførslubúðskap á Glasi og hevur góðar royndir við talgildari marknaðarførslu, samskipan og myndatøku.