Teima Ráðgeving

— Serfrøði —

E-mail marketing

E-mail marknaðarførsla er tann marknaðarførsluhátturin, har tú kemur tættast tínum kundum. E-mail er ein av mest nýttu samskiftishættunum, sum eru, og flest øll nýta teldupostin fleiri ferðir dagliga. Tískil er ein ørgrynna av fyrimunum við at nýta e-mail marknaðarførslu.

Hesum kunnu vit sjálvandi eisini hjálpa tær við!

Hví e-mail marketing?

Marknaðarførsla via teldupost hevur nógvar ágóðar. Tað er her, ið tú bøtir um kundanøgdsemi. Tað er her, ið tú vekir álit til tína fyritøku. Og tað er somuleiðis eisini her, ið tú reisir varhuga og awareness um tína fyritøku, og harvið kanst menna títt virksemi á besta hátt. Við ørðum orðum - email marketing er hugtakandi amboðið, ið fær kundarnar hjá tær at gera júst soleiðis, ið tú ynskir.

Tørv á hjálp til e-mail marketing?

Hjá Teima Ráðgeving eru vit stinn innan e-mail marketing. Vit eru til reiðar at hjálpa tykkum við bæði ráðgeving og strategi, til planleggjan og eksekvering. Vit kunnu m.a. veita hesar tænastur:

  • Leggja eina strategi fyri e-mail marketing
  • Leggja e-mail kampagnu til rættis
  • Seta upp tíðindabrøv
  • Framleiða relevant og virðisøkjandi innihald
  • Senda tíðindabrøv út sjálvvirkandi
  • Kanna ávirkanina av kampagnum
  • Endurskoða e-mail kampagnur
  • Seta e-mail listar upp

HubSpot

HubSpot er ein av heimsins leiðandi CRM- og marknaðarførslupallum, og hjá Teima Ráðgeving eru vit serfrøðingar í at nýta hann til fullnar. HubSpot sameinar e-mail marketing, CRM, automation, landing pages og analytics í eitt samanhangandi kervi — soleiðis at tú altíð hevur yvirlit yvir tínar kundar og kampagnur.

Við HubSpot kunnu vit seta upp sjálvvirkandi teldupostar, ið senda rætta boðskapin til, rætta persónin, á røttu tíð — uttan at tú tørvar at gera nakað manuelt. Hvørt stig í kundarferðini verður fylgt, mátað og optimerað.

Vit hjálpa tykkum við uppseting, innleiðing og dagligum brúki av HubSpot — so tit fáa sum mest úr tykkara Hubspot íløgu.

  • CRM uppseting og innleiðing
  • Sjálvvirkandi teldupostar og workflows
  • Segmentering og personalisering av kundalista
  • Landing pages og lead capture forms
  • Lead scoring og pipeline management
  • Analytics og rapportering
  • Integreringar við aðrar tænastur
  • Daglig drift og optimering av HubSpot
Samband

Bílegg óbindandi prát

Fyll teigarnar út niðanfyri, og fá eitt óbindandi prát við ein serfrøðing

Teitur Magnusson — stjóri
Guðfinnur Trónd Thorsteinsson — talgildur marknaðarráðgevi