
lýsingar á sosialum miðlum
- eisini nevnt paid social. Kært barn har mange navne.
Við eini ørgrynnu av pallum eru nærum óavmarkaðir møguleikar hjá tær
at koma í samband við rætta málbólkin. Men kappingin er hørð.
Tað er nevnliga fleiri aðrar fyritøkur, ið ynskja at fáa fatur á sama málbólki sum tú.
Tørv á hjálp til at vinna stórsta uppmerksemið?
Størsti fyrimunurin við facebook er avgjørt stóra brúkaratalið.
Umframt dagligu ferðsluna á sosiala miðlinum, er fyrimunurin við Facebook tann, at tað er vorðið lættari og einfaldari at gera lýsingar. Menningin av lýsinarpallinum hjá Facebook seinastu árini, hevur gjørt tað smidligari at málrætta tínar lýsingar, soleiðis at rætti boðskapurin kemur til rætta málbólkin. Tað duga vit ordiliga væl!
Hetta er miðilin, ið livir av tí visuella.
Ella umvent. Meginparturin av brúkarunum á instagram fylgja eisini fyritøkum og brands. Hetta gevur tínari fyritøku serliga góðar møguleikar at lýsa málrættað til fjøldina í tínum fylgjaraskarða.
Men men.
Tað er týdningarmikið at framleiða og vísa lýsingartilfar, ið fjøldin vil síggja - tykist tað trupult? Vit vita!
tiktok
Nýggjasta skotið á stammuni. Og tað gongur við tí rúkandi ferð. Faktiskt so skjótt, at appin er tann skjótast vaksandi miðilin í heiminum! Og málbólkarnir fevna breitt, og nógv eru á tiktok - tí burdi tín fyritøka eisini verið har.
Hetta er miðilin til tey djørvu - til tey, ið tora at leggja minni dent á tað profesjonella og meira dent á tað skemtiliga.