LESTRARSTARV

ERT TU LESANDI?
- og/ella hevur tú áhuga fyri marknaðarføring og sosialum miðlum?
So hava vit møguliga føroya feitasta, og mest fleksibla, lestrarstarv til tín.
Vit eru ein marknaðarførslu- og samskiftisfyritøka, sum fyrst og fremst umsitur marknaðarførslu og samskifti fyri føroyskar fyritøkur. Tú verður partur av einum dynamiskum toymi, har tað er stutt til frá hugskotum til handling, og har ferðin ofta kann vera høg.
Vit fyristilla okkum at tú hevur áhuga fyri marknaðarførslu og samskifti, serliga á sosialum miðlum. Akkurát hvat tú lesur ella gert, er ikki umráðandi - vit frætta fegin frá tær!
Tað er ein fyrimunur at hava royndir við grafiskum arbeiði, men ikki eitt krav.
UPPGÁVUR
-
Umsita marknaðarførslu og samskifti á sosialum miðlum
-
Gera kreativt content
-
Myndatøku og grafiskt arbeiði
-
Umsita google ads kampanjur
-
Vera við á kundavitjanum
-
Umsita heimasíður
-
Ráðgeva í marknaðarførslu og samskifti
Og mangt annað - vit hava eina rúgvu av spennandi uppgávum.
LØN OG SETANARTREYTIR
Talan er um eitt lestrarstarv, 10 - 15 tímar um vikuna. Starvið verður lønt sambært avtalu.
Vit hava skrivstovu í miðbýnum í Tórshavn, men nær og hvar tú arbeiðir, verður í stóran mun upp til tín at avgera.
Ljóðar hetta sum nakað fyri teg?
Send okkum eini boð á teldupost teitur@teima.fo, ella ring á telefon 277474, fyri at frætta nærri.
Umsóknir, lívsrensl, og annað viðkomandi tilfar, skulu sendast til teitur@teima.fo. Starvið verður sett, so skjótt rætti umsøkjarin er funnin.
Umsóknarfreistin er mikudagin 1. juni.